Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Útróðrarbátur sokkin í Leirvík

Ein frambygdur útróðrarbátur í lá við bryggju í Leirvík sakk seinrapartin í dag.

Tá myndamaður okkara kom á staði vóru bæði sløkkilið og kránabilur og froskmaður komin á staðið og roynt var at fáa fatur á bátinum. Sum myndirnar vísa so flutu kassar eisini á sjónum og froskmaður var í sjónum fyri at fáa fast á bátin. Vit vita ikki um báturin er komin upp aftur í kvøld ella hvat víðari verður gjørt á staðnum.