Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eldur í sethúsið í Klaksvík

Í morgun kom eldur í eini sethús beint við Ósaskúlan í Klaksvík. eingin fólkaskaði hendi.

Sum vit hava skilt tað, so er talan um stóran skaða á húsini og var sera nógvur roykur í økinum. Ættin var út eftir vánni, annars kundi roknast við, at tað eisini hevði verið roykskaði í Ósaskúlan. Næmingar og børn vóru flutt úr skúlanum.

Myndir frá 24.fo

Mynd 24.fo

 

Mynd 24.fo