Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Vanlukkan í Saksun seinnapartin 5 juli hevur kostað eitt mannalív.

Fráboðan kom á alarmsentralin í dag kl. 14.36 um, at 2 persónar vóru dotnir oman stutt sunnanfyri Saksun. Teir vóru partur av einum fylgi á uml. 10 fólk, og av higartil ókendari orsøk duttu 2 mans – uml. 40 og 80 ára aldur – einar 10 metrar niður í eina gjógv – Svínagjógv.

Tað er grýtið í gjónni, og fekk tann yngri so mikið stóran skaða av fallinum, at hann varð staðfestur deyður við komuna á Landssjúkrahúsið. Tann eldri hevur eisini fingið álvarsliga skaða, og er til viðgerðar á Landssjúkrahúsinum.

Av tí at politiið ikki hevur fingið staðfest, um tey avvarandi eru kunnaði, ynskir politiið ikki at lýsa umstøðurnar nærri fyribils.