Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Fríggjadagin 5. mai kl. 13-15 verður heildarætlan um framtíðar ferðavinnumenning løgd fram í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7.

Í 2016 setti Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, arbeiðsbólk, ið skuldi gera eina heildarætlan fyri innlendis menning av ferðavinnuni. Ætlanin skal eyðmerkja avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni í dag og koma við tilmælum, sum skulu slóða fyri menning í innanoyggja ferðavinnuni. Í arbeiðsbólkinum eru: Jóhan Pauli Helgason og Gunvør Balle fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Hanna á Reynatúgvu fyri Kunningarstovurnar, Eyðun Christiansen fyri Kommunufelagið, Maria Gunnleivsdóttir Hansen fyri Umhvørvisstovuna og Henny á Líknagøtu fyri Ferðavinnufelagið.

Tá heildarætlanin verður handað landsstýrismanninum, fer arbeiðsbólkurin at leggja heildarætlanina fram og høvi verður at seta spurningar.

Tiltakið er alment.