Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Semja um yvirtøkutilgongd

20 januar var fundur millum Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og danska samferðslumálaráðharran, Ole Birk Olesen, viðvíkjandi yvirtøku av loftferðsluøkinum.

Poul Michelsen og Ole Birk Olesen samdust á fundinum um, hvussu tilgongdin fram ímóti yvirtøkuni verður skipað.

Talan verður um ein tvíliðaðan leist:

Tað eru føroyskir myndugleikar, sum leiða arbeiðsbólkin, og fyrsti parturin av arbeiðinum verður eftir ætlan liðugur í summar.

Poul Michelsen og Ole Birk Olsen umrøddu eisini spurningin viðvíkjandi føroyskari luttøku í felags evropeiska loftferðslusamstarvinum, FELO. Roknað verður við, at umboð fyri danskar og føroyskar myndugleikar hitta ES kommissiónina í næstum fyri at umrøða, hvussu komast kann víðari við málinum.