Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Triðja árið á rað at lønirnar vaksa yvir 5%

Savnsmynd 24.fo

Í fjórða ársfjórðingi 2016 vóru lønargjaldingarnar 2.166 mió. kr., tað hægsta nakrantíð. Síðan triðja ársfjórðing 2015 hava lønirnar verið yvir tvær milliardir, men í 2016 var gongdin tann, at eftir fyrsta ársjórðing var afturgongd tveir ársfjórðingar á rað. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Góðu lønirnar í fjórða ársfjórðingi gjørdu tó, at ársins framgongd var yvir 5%, og er hetta triðja árið á rað, at lønirnar vaksa yvir 5%. Frá 2010 til 2013 vuksu lønirnar um 1 til 1,5% árliga, undantikið í 2012, tá tær vuksu nakað meira.


Í høvuðsbólkum høvdu byggi- og ídnaðarvinna størstu framgongdina

Í 2016 vórðu útgoldnar 8.476 milliónir kr. í lønum, og var hetta 450 milliónir meira enn í 2015. Vøksturin er 5,6%. Eftir at lønirnar fullu í 2009 vegna fíggjarkreppu, var lønarvøksturin lágur, um 1,5%, einstakt ár tó 3,5%. Men triðja árið á rað hevur vøksturin nú verið yvir 5%.

Tað hevur verið framgongd í øllum høvuðsbólkum, men serliga í fiskiveiði og ídnaðarvinnum hevur verið stór framgongd. Í fiski- og alivinnu vóru lønirnar í fjør 1.790 milliónir, 121 fleiri enn í 2015. Vøksturin er 7,3%.

Byggivinna o.o. tilvirking hevði størsta vøksturin í fjør. Útgoldnar vóru 1.120 milliónir, 92 fleiri enn árið fyri, og vøksturin var 8,9%.

Tað eru serliga fiski- og alivinnan saman við byggivinnuni, ið eru orsøkin til stóra lønarvøksturin seinastu trý árini. Síðan 2013 hava  hesar vinnugreinar havt árligan vøkstur millum 7 og 12%.

Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, høvdu eisini góðan vøkstur í fjør. Tænastuvinnurnar hava eina aðra gongd enn ídnaðarvinnurnar, gongdin er hóvligari og sveiggini eru væl minni. Seinastu árini hevur tænastuvinnan havt árligan vøkstur upp á eini 2%, men bæði í 2015 og 2016 hevur vøksturin verið størri, upp til 5%.

Lønirnar í privatu tænastuvinnunum vóru 2.657 mió. kr. í fjør, 107 fleiri enn árið fyri, vøksturin var 4,2%. Í almennum tænastum vóru útgoldnar 2.909 milliónir í fjør, 130 fleiri enn árið fyri, sum er ein vøkstur upp á 4,7%.

Tænastuvinnurnar tilsamans rindað út tveir triðingar av lønunum.


Lønirnar í alivinnunu vuksu 14,3%  

Tað var framgongd at kalla í øllum vinnugreinum í fjør, og í fleiri vinnugreinum var vøksturin yvir 10%.

Í alivinnuni helt vøksturin, ið hevur verið seinastu árini, fram. Í 2005 vóru lønargjaldingarnar 85 milliónir, men síðan tá hevur tað verið framgongd hvørt ár við einum undantakið (2010), og í 2016 rindaði alivinnan 335 milliónir í lønum. Hetta er 42 milliónir meira enn árið fyri. Vøksturin var tann størsti í vinnugreinunum, 14,3%. Fimm av teimum seinastu seks árunum er alivinnan vaksin við yvir 10%.

Ein vinna, sum rindar júst somu upphædd í lønum sum alivinnan, er vinnuligar tænastur. Í hesi vinnugrein eru ráðgevandi verkfrøðingar, sakførarar, grannskoðarar v.m. Í 2016 vóru lønirnar í vinnuligum tænastum 334 milliónir, 31 fleiri enn árið fyri, og vuksu løninar har við 10,1%. Vinnuligar tænastu fylgja gongdini í samfelagnum annars, og toppaðu lønirnar har í 2008, fyri síðani at minka heilt fitt, og ikki fyrr enn í 2016 fóru lønirnar upp um aftur tað, sum tær vóru í 2008.

Gjøgnum alt árið hevur byggivinnan verið lýst sum vinnan við stórum vøkstri, og nú árið er liðugt, kann staðfestast, at bygging er vaksin 10,7% í mun til árið fyri. Í 2016 vóru lønirnar í bygging 588 milliónir, 57 fleiri enn árið fyri.

Gongdin í fiskiskapinum hevur verið góð seinastu árini, og eisini í fjør hilnaðist væl, tó ikki eins væl sum í 2015, tá hýrurnar vuksu næstan ein fimting. Í fjør vóru hýrurnar 1.019 milliónir, 74 fleiri enn árið fyri. Framgongdin var 7,8%.

Tvær vinnugreinar, har tillagingar hava verið seinastu árini, eru postur/fjarskifti og fígging/trygging. Fyri post og fjarskifti sær út til, at tillagingarnar eru av, tí annað árið á rað var ein lítil vøkstur í lønunum. Postur og fjarskifti rindaðu út 140 milliónir í lønum, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,8%. Fígging og trygging hinvegin rindaði 308 milliónir út, sum er 3 færri enn í 2015, ein minking er 0,9%.

 

Útgreinað og dagførd hagtøl um lønargjaldingar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Um árstíðarjavning og trend ber til at lesa frágreiðing her.

Forsíða tilvildarlig savnsmynd 24.FO