Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Leiðari settur til ungdómshúsið

Á seinasta býráðsfundi í Sunda Kommunu varð einmælt samtykt, at seta Katrinu Nattestad sum leiðara fyri Ungdómshúsið í Sunda kommunu.

Katrina er útbúgvin lærari og hevur seinastu nógvu árini verið aktiv innan ungdóms- og skóta virksemið.

Katrina er byrjað í starvinum 1. oktober og kemur saman við starvsfólki, ungdóminum og kommununi at menna og mynda Ungdómshúsið í Sunda kommunu.