Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

420Hampafólk skulu møta Fútanum í rættinnum.

26.september skal fútin møta áhugafelagnum 420Hampafólkí í einari erstatningssak í Føroyar Rætti. Fútin er stevndur eftir endurgjaldi fyri  at hava oyðilagt útgerð o.a. hjá 420Hampafólkum.

Sakin byrjar afturi í 2013. 420Hampafólk skuldi hátíðarhalda altjóða kannabis dagin sum er 20.apríl við urta joints og høvdu fingið játtandi loyvi frá fyrrverandi leiðaranum á narkotikadeildini hjá politinum í Føroyum, Men dagin áðrenn hálsa fyrrverandi leiðarin á narkotikadeildini og fútin um og leggja hald á alla útgerð og urta jointir, við tí grundgeving at tað var syntetisk kannabis. Fútin sendi alt til kanningar í Danmark, og har bleiv staðfest at alt var lógligt. Tá ið so øll útgerðin og urta jointirnar komu aftur 1.ár seinni var alt oyðilagt og kundi ikki brúkast. 420Hampafólk hava roynt at fingið endurgjald frá fútanum, men tað hevur hann ávíst uttan grundgeving. 420Hampafólk sóu ongan annan útveg enn at stevna eftir endurgjaldi og kendi danski hægstarættar sakføraran Peter Hjørne játtaði at hjálpa 420 Hampafólkið. Rætturin verður settur 26.sep kl.0900.