Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismann í almannamálum

Viðvíkjandi fyritíðarpensjónistum

1. Hvørja upphædd fær ein fyritíðarpenjónistur, sum er giftur, útgoldið?

2. Hvørja upphædd fær ein fyritíðarpenjónistur, sum er ógiftur, men livir saman við makanum, útgoldið?
3. Hvussu høga upphædd kann  makin, ávíkavist giftur ella ógiftur, hjá einum fyritíðarpenjónisti forvinna,   áðrenn brennistudningurin fellur burtur?

 

Viðmerkingar:

Sum tað er í dag, loysir tað seg fíggjarliga hjá fyritíðarpenjónistum at búgva saman uttan at vera giftir.

Hetta kann ikki vera rætt,  tí  lóggávan kann ikki diskriminerað tey, sum hava valt at liva í hjúnabandi.

Á Løgtingi, 19. september 2016

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur