Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Makrelurin er ein plaga

Neyðugt er at økja veiðuna eftir makreli inni við land. Tí makrelurin hevur eti alla føði runt Vetmannaoyggjarnar. Hetta sigur Eyþór Þórðarson skipari á Dala Rafn VE í viðtalu við Fiskifrettir.

Makrelurin er ein stór plaga og er atvoldin til pisudeyða hjá Lundanum.  Trupuleikin sum eg síggji tað, er at makrelurin etur alt á síni leið og hevur makrelurin hildi til kring Vestmannaoyggjarnar og har hevur hann “støvsuga” alla føðina – alt æti.

Vit hava sæð eina rúgvu av deyðum lundapisum á havinum.  Tað var nógv æti kring oyggjarnar, men so kom makrelurin og eftir 15 døgum hevur hann eti alla føðina.