Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tingmannanevnd hjá NATO á vitjan í Føroyum

Tingmannanevndin hjá NATO fyri tøkni og trygd er á vitjan í Føroyum. Vitjanin er liður í eini kunningarferð í Arktis. Tingnevndin er undirnevnd í ráðgevandi tinginum hjá NATO, ið er mannað við tingfólki úr tjóðartingunum í NATO limalondunum.

Í dag hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Poul Michelsen, og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, umborð á Brimli. Á skránni var sínámillum kunning um uttanríkispolitisku raðfestingarnar hjá landsstýrinum, trygdarpolitikkur og tilbúgving í Norðurhøvum.