Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Í tríggjar dagar verða konsertir á trimum pallum á Summar Festivalinum. Her er skráin fyri landsins størsta tónleikatiltak

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 4. til 6. august, og nú er skráin fyri festivalin kunngjørd.

Í ár verður tað Lena Anderssen, sum hevur fyrstu konsertina á Summar Festivalinum. Hon spælir í Tjaldinum hóskvøldið kl. 20.00. Eyðun Nolsøe fær heiðurin at seta punktum við konsert í Tjaldinum sunnunáttina kl. 03.00.

Útlendsk høvuðsnøvn eru Cliff Richard, Boyzlife, HighasaKite og Hermes House Band.