Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Innflutningurin vaksin 9% og útflutningurin 14%

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár er virðið av innflutninginum, uttan skip, vaksin 9%. Størsti vøksturin er í maskinum og amboðum. Sama tíðarskeið vaks virðið av útflutninginum, uttan skip, 14%. Her var størsti vøksturin í alifiski.

Í nøgd minkaði útflutningurin av fiskavørum tó við 13%. Størsta minkingin var í uppsjóvarfiski við 36 mió. kr. ella 34%.

Útgreinað og dagførd hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum.