Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tróndur í Gøtu ger makrelkanningar saman við Havstovuni.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Á hvørjum ári ger Havstovan makrel-royndir í føroyskum sjógvi. Royndirnar verða gjørdar nøkulunda í senn í Norra, Føroyum, íslandi og Grønlandi. Kanningin kallast: “Cruise report from the International Ecosystem Summer Survey in the Nordic Seas (IESSNS)”.

Havstovan stendur fyri føroyska partinum av kanningini, og bjóðar arbeiði út til føroysk skip. Í ár hevði Tróndur í Gøtu lægsta boðið, av teimum skipum, sum luku treytirnar hjá Havstovuni.

Manningin umborð á Tróndi telur 14, og harafturat eru fýra granskarar frá Havstovuni við.

Tróndur í Gøtu byrjaði túrin í Havn um vikuskiftið, har teir tóku greiðir umborð. Øll londini, sum eru við í kanningunum, nýta sama slag og stødd av troli og greiðum annars. Tey sigldu fyrst sunnanfyri Føroyar, og fara annars inn í bæði norskan og íslendskan sjógv.

Kanningarnar verða lidnar til 24. juli.  Kelda vardin.fo Mynd 24.fo