Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Bakkafrost 100% eigari av P/F Faroe Farming

Savnsmynd Bakkafrost

Bakkafrost hevur 29 juni avtalað við Sp/f Hjallur at keypa 51% av partabrøvunum í P/F Faroe Farming fyri 75 milliónir krónur. Við keypinum verður Bakkafrost 100% eigari av P/F Faroe Farming við virknaði frá 1. juli 2016.

Samstundis við keypinum av partabrøvunum í P/F Faroe Farming, letur Bakkafrost tvey aliloyvi inn. Aliloyvini, sum verða innlatin, eru Svínáir og Hovsfjørður.

Eftir hetta lýkur Bakkafrost framvegis ásetingarnar í alilóggávuni um ikki at eiga meiri enn 50% av loyvunum í Føroyum.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

”Bakkafrost roknar við at alingin í Suðuroy kann optimerast munandi framyvir. Gongdin við størri smolti og styttri tíð í sjónum fer eisini at gagna alingini í Suðuroy. Bakkafrost hevur boðað frá munandi útbyggingarætlanum komandi fimm árini – og ein partur av hesum møguleikum kunnu viðføra størri virðisskapan bæði fyri Suðuroynna og fyri Bakkafrost sum heild.”

Um P/F Faroe Farming

P/F Faroe Farming er eitt alifelag við trimum aliloyvum í Suðuroynni. Samlaða tøkan av laksi í 2015 hjá Faroe Farming var 4.681 tons. Eitt av aliloyvunum, sum verður latið inn til myndugleikarnar, er Hovsfjørður og tí fer P/F Faroe Farming at hava tvey aliloyvir.

Nettosølan hjá P/F Faroe Farming í 2015 var 154 milliónir krónur og EBIT 13 milliónir krónur. Úrslitið fyri skatt í 2015 var 10 milliónir krónur. Við árslok 2015 vóru samlaðu ognir felagsins 174 milliónir krónur og eginognin 80 milliónir krónur.

P/F Faroe Farming hevði 59 ársverk í 2015.

Dagligi raksturin hjá P/F Faroe Farming verður óbroyttur og P/F Faroe Farming verður eitt dóttirfelag hjá P/F Bakkafrost. Frá 1. januar 2017 verður P/F Faroe Farming lagt saman við Bakkafrost Farming.

 

Handilin er treytaður av góðkenning frá avvarðandi myndugleikum.