Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

BankNordik setur í verk afturkeyp av egnum partabrøvum

Sum fráboðað á ársaðalfundi bankans tann 30. mars í ár fer BankNordik nú undir eina skipaða tilgongd viðvíkjandi afturkeypi av egnum partabrøvum.

Afturkeypið av egnum partabrøvum er ein liður í tilgongdini at tillaga kapitalgrundarlagið soleiðis, at tað betur endurspeglar kapitalmál bankans.  

Talan er um afturkeyp, ið fer fram í tíðarskeiðnum 30. mai – 30. desember 2016. Í hesum tíðarskeiði fer BankNordik at keypa aftur egin partabrøv fyri í mesta lagi 33 mió. kr. í marknaðarvirði.

Sambært ES-reglugerð skal BankNordik seta ein fíggjarligan ráðgeva, sum óheftur og uttan ávirkan frá BankNordik tekur handilsavgerðir og útinnir afturkeypið innanfyri kunngjørdu karmarnar. BankNordik hevur sett íløgubankan ABG Sundal Collier til at útinna afturkeypið.