Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Bjargarar og flogskiparar hjá Atlantsflog fáa undirvísing

Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur hesa vikuna havt vitjan av einum útlendskum instruktøri, sum undirvísur bjargarunum og flogskiparunum hjá bjargingartyrluni, tað nýggjasta sum er komið framm innan bjarging av fólki av skipi við meira.

Í hesum sambandi bleiv Vørn spurt um Brimil kundi verða “plattformur” hjá teimum í 2 dagar.
Fyrsta dagin vandu bjargararnir í knappar 4 tímar og seinna dagin 1 ½ tíma.
Tyrludeildin hjá Atlantsflogi mennir bjargarar og flogskiparar regluliga, og hava vitjan av útlendskum instruktøri árliga í hesum sambandi.
Venjingarnar vóru góðar fyri báðar partar. Kelda & myndir VØRN

Myndir frá VØRN