Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Frá botnfiskaveiðu til uppisjóðarveiðu

 

Tey seinastu mongu árini hevur stór fjøld av føroyingum arbeitt innan flakavinnu og botnfiskaveiðu, har toskur, hýsa og upsi hava verið grundarlagið undir okkara høvuðsframleiðsluvinnu. (Greinin verður dagførd)

Uppisjóðaveiða og framleiðsla taka yvir

Við metlágum fiskiskapið eftir botnfiskið er tað at fegnast um at, verulig gongd er komin á uppisjóðarframleiðslu á landið og vit veruliga eru farin at troyta teir møguleigar í eru í føroyskum sjóøkið innan uppisjóðarveiðuna, nú botnfiskurin sveik grundleggjandi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Uppisjóðarveiða versus botnfiskur

Sum talvan vísur so eru veiðan eftir høvuðsbotnfiskasløgunum undir Føroyum í 2002 góð 100.000 tons og virðið er um eina góða milliard. Og virðið á uppisjóðarveiðuni í Føroyskum sjógvi er einar 100 milliónir krónir. Skulu ikki her dvølja so nógv við hesar talvur ið tala fyri seg. Vit venda aftur til hesi viðurskiftir seinrið og sæð út frá samfelagsligum sjónarmiðum eisini.

Sum sæst so er støðug afturgongd í nøgd og virðið hjá botnfiskaveiðuni. Í 2015 er vent í holuni og nú er uppisjóðarveiða eini 340.000 tons og eini 32.000 tons og er virðið á høvuðsbotnfiskasløgunim góðar 300 milliónir og virðið á uppisjóðarveiðuni góða milliard krónur.

 

 10 ára kreppustýring

Meðan politikarar tosa um at tað gongur metgott í Fiskivinnuni so hava vit ein heimaflota ið hevur verið úti í kreppustýring í eini 10 ár. Har stórur partur av flotanum hevur strýst við manningartrupulleikum og gjaldføristrupulleikum. Gongdin í botnfiskaveiðuni talar sítt týðuliga sprog.

Seinasta talvan omanfyri vísir bert gongdina millum uppisjóðarveiðu og botnfiskaveiðu útvald fiskasløg.

 

Nevt samband millum fiskidagar og veiðu.

Sum talvurnar her vísa so er grundleggjandi samband millum veiðu og brúktar fiskidagar og her er bert talan um húkadagar og eru trolararnir og te
irra dagar ikki við men teirra veiða er sjálvsagt við.

 

Ein nýtist ikki at verða økonomur fyri at síggja at her er heilt galið við gongdini hjá okkara fiskiflota og teimum feløgum í reka botnfiskaveiðu við Føroyar.

Hetta hevur eisini ført til, at fleiri feløg hava valt at leggja skip og tey stóru feløgini við góðum rættindum hava valt at keypa seg inn í og harvið bjarga ella hjálpa smærri reiðaríðunum. Hesir persónar í mynda hesu feløg haldi eg meg vita at teir bæði vita og hava ynski um at vit hava fjølbroyttan flota, og yvist eg ikki í at um hesu feløg ikki vóru partaeigarar í fleiri feløgum í reka botnfiskaveiðu, ja so lógu enn fleiri skip.

Frá 30.000 Línudøgum til 7.000 dagar.

Her er sjón fyri søgn og vísir hendan talvan greitt, at vinnugreinin er við at steðga heilt upp. Í 2009 vóru fiskaprísirnir á sera lágum støði og søkti Húkaflotin um kreppuhjálp og fingu politikarnir greitt at vita at um einki bleiv gjørt so fór stórur partur av heimaflotanum fyri bakka. Roknskapargreiningar frá grannskoðarunum vístu ár eftir ár truplu støðuna hjá línuskipum og bátum og trolarum í veiða upsa o.a. undir Føroyum. Men sjálvt við áhaldandi kunning av løgtingið og landsstýrið valdi man einki at gera og gingu tey við uppreystari pannu og framstraktari bringu og søgdu at ein vinna ikki kundi liva við stuðuli, sjálvt um stórur partur av hesum fólkum ikki hava kent til annað enn stuðul alt teirra vaksna lív. Lestrar stúðul, boligstuðul v.m. .

Hetta er støðan viðvíkjandi Fiskidøgum og veiðu eftir útvaldum fiskasløgum.

Viðmerking: Veiðan í 2015 er eitt vet minni enn í talvuni.

 

 Greinin verður dagførd

 

Apartheid í Fiskivinnuni