Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Poul Michelsen á fundi við ES-handilskommiserin

Seinnapartin í dag hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis og vinnumálum fund við handilskommiserin hjá ES, Cecilia Malmstrøm.

Á fundinum vórðu møguleikarnir fyri einum styrktum samstarvi millum Føroyar og ES umrøddir yvirskipað, eins og føroyska ynski um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur.

Partarnir avtalaðu at hava fund aftur seinni í ár.