Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Skeið í málsligari menning

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur í februar og mars skipað fyri skeiði í málsligari menning fyri námsfrøðingum.

Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á málsligu menningina hjá børnum.

Undirvísingin fevndi um :
• málsligu menningina hjá børnum
• at greina og staðfesta málsligar avbjóðingar
• at staðfesta hvørjar málsligar avbjóðingar barnið hevur
• tiltøk sum skulu setast í verk í samband við málsligar avbjóðingar

Undirvísari á skeiðnum hevur verið Jórun Vágsheyg Niclasen.
Á myndini eru luttakarnir á skeiðnum.

kelda: klaksvik.fo  – 16-03-2016