Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kim Kielsen á almenna vitjan hósdagin

Hósdagin koma grønlendski landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og kona hansara, Judithe Kielsen, á almenna vitjan í Føroyum. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Á ferðini vitjar Kim Kielsen fleiri fyritøkur og stovnar. Eisini hava løgmaður og Kim Kielsen fund í Tinganesi.

Grønlendski landsstýrisformaðurin skal millum annað vitja alifyritøkuna Hiddenfjord, Kósina, uppsjóvarvirkið Pelagos, Grønlendingahúsið, MBM og Føroya Tele.

Áðrenn Kim Kielsen fer av landinum aftur mánadagin, vitjar hann í løgtinginum og vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.

Mynd: Aksel V. Johannsen, løgmaður, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands.