Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nýbygningur nr. 42 handaður.

Í morgun bleiv tvíkiljan Selgjógv handað Bakkafrost.

Selgjógv, ið mátar 14x7mtr stevndi út av Fuglafirði klokkan 10 í morgun við kós móti Gøtuvík, har tvíkiljan verður heimahoyrandi.

Hettar er nýbygningur nr. 42 hjá KJ síðan 1999. Nýbygningar nr. 43 og 44 eru kontraktaðir og eru farnir í framleiðslu. Hesir tvíkiljurnar eru til ávíkavist Luna og Marine Harvest og máta tær 15,5x7mtr.

Mynd Selgjógv stevnur av Fuglafirði við kós móti Gøtuvík