Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kim Kielsen til Føroya

Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, kemur í komandi mánaði á almenna vitjan í Føroyum. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.

Stjórnarleiðararnir í Føroyum og Grønlandi fara at umrøða viðurskifti landanna millum.

Á ferðini vitjar Kim Kielsen eisini fyritøkur og stovnar.

Vitjanin hjá grønlendska landsstýrisformanninum er frá 17. til 21. mars 2016.

Mynd: Aksel V. Johannsen, løgmaður, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands.