Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Nær byrjar Smyril at sigla tríggjar túrar tórsdag?

Hetta er partur av fyrispurningin frá Jacob Vestergaard løgtingsmanni til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

 Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

 Viðvíkjandi ferðaætlanini hjá Smyrli o.a.

  1. Nær byrjar Smyril at sigla tríggjar túrar tórsdag?
  1. Kann roknast við, at nýtiligt internetsamband verður umborð á Smyrli í nærmastu framtíð?

Viðmerkingar

Á fíggjarlógini fyri 2016 blivu pengar settir av, so Smyril kundi sigla ein túr afturat tórsdag, so ferðaætlanin tórsdag verður tann sama sum mánadag og ónsdag.

Vit eru nú komin inn í februar mánað, og enn er ferðaætlanin ikki broytt. Tí verður spurt um, nær vit kunnu vænta, at ferðaætlanin verður broytt.

Hóast vit skriva 2016, hava vit enn ikki fingið nýtiligt internetsamband umborð á Smyrli. Hetta er ein forðan hjá teimum, sum vilja nýta siglitíðina at arbeiða í.

Arbeitt hevur verið við at bøta upp á støðuna, men enn røkist einki fyri einari loysn. Tí hesin fyrispurningur.

Á Løgtingi, 9. februar 2016

Jacob Vestergaard.