Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hjúnabandslógin: danskir myndugleikar sinnaðir at gera neyðugar broytingar

Í samband við at ivamál vórðu reist í miðlunum, um hvørt broytingar av hjúnabandslógini kundu verða steðgaðar av donskum myndugleikum, setti Sjúrður Skaale danska ráðharranum, Karen Ellemann, spurning um málið.

Ráðharrin hevur nú svarað, at danskir myndugleikar eru sinnaðir at gera neyðugar broytingar, um ynski um tað kemur úr Føroyum. Svarið er hjálagt.