Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fólkatingi skal viðgera eitt uppskot um at loyva Medisinskt Cannabis til álvarslig sjúk.

Tann 11. desember skal Fólkatingið viðgera eitt uppskot frá Alternativet um at áleggja stjørnuni hjá Lars Løkke Rasmussen, at gera eitt uppskot fyri at loyva Medisinskt Cannabis(Heilivágs Hamp) til álvarslig sjúk.

Í viðmerkingunum til uppskoti eru td sjúkurnar krabbamein, Sclerosa, Multiple Sclerosa , Epilepsi, Depressión, kválmi, ørilsi og HIV/aids nevndar og eisini er víst til Kræftens Bekæmpelse.

Medisinskt Cannabis kemur undir danska lóggávu og hevur uppskoti eisini stóran áhugað í Føroyum.

Vit fara tí at heita á okkara menn á Christiansborg Magna Arge og Sjúrð Skaale um at vísa uppskotinum vælvild og stemma ja.

 

Uppskoti er at finnað her:  https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=174655&exp=1

420 Hampafólk