Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Norðoya Sparikassi er nú SIFI peningastovnur

Fíggjareftirlitið hevur í dag útnevnt sparikassan at vera serliga týðandi peningastovn í Føroyum

Vísandi til lóg um fíggjarvirksemi hevur Fíggjareftirlitið útnevnt Norðoya Sparikassa at vera serliga týðandi peningastovn í Føroyum – sokallaðan SIFI peningastovn. Hetta er galdandi frá í dag, mánadegnum 30. november 2015.

Grundað á sparikassans virksemi verður sparikassin mettur at hava so mikið stóran týdning fyri samfelagið, at hann er útnevndur týðandi peningastovnur. Harvið verða serlig krøv áløgd sparikassanum til kapital og gjaldføri v.m., ið skulu tryggja sparikassan uppaftur betri. Danski vinnumálaráðharrin ásetur serligu krøvini til týðandi peningastovnar, og verða hesi krøv almannakunngjørd í desember í ár. Sparikassin hevur tvey tey seinastu árini lagað kapital og gjaldføri til nýggju krøvini.