Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Veturin 2015

Nú kom fyrsti kavin í ár og er tað flott veður kring alt landið. Samstundis sum kuldi og kavi er, kunnu vit fegnast um at tað sum fleiri hava spátt fór at henda nevniliga at fiskur kom aftur tá tað gjørdist kaldari.

Útróðrarbátarnir hava nú í nakrar vikur havt góðan fiskiskap og koma teir javnan aftur við eini 8.000 til 12.000 pundum. Hetta verður hildið at verða gott fiskarí, og spennandi verður at vita um góða gongdin fer at halda áfram inn í komandi ár.