Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Jólasmátturnar verða settar upp í Tórshavn

Í morgun vórðu sølusmátturnar til Tinghúsgarðin koyrdar oman í miðbýin, har tær nú verða settar upp. Mánadagin verður eisini jólabýurin í Vágsbotni settur upp.

Jólabýurin og smátturnar lata upp leygardagin 28. november, tá jólatræið verður tendrað á Vaglinum.