Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tíðindafundur um fíggjarligu raðfestingarnar

Tíðindafundur verður á Løgmansskrivstovuni týsdagin 17. november klokkan 09.30.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiða frá raðfestingunum og broytingaruppskotunum til fíggjarlógina hjá landsstýrinum komandi ár.

Tíðindafundurin verður í fundarhølinum “Eysturstovan” í Tinganesi.