Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Hevur tú sæð ljósini í gjónni?

Ljósini í gjónni við Gjógv hava fingið sera góða móttøku millum føroyingar. Sera nógv vitjandi hava leitað sær til Gjáar seinastu tíðina fyri at uppliva ljósspælið.

Avgjørt er tí, at ljósini koma at lýsa hvørt kvøld árið út.

Hevur tú ikki verið og upplivað ljósspælið enn, so er lagamanni at koyra ein túr norð í vetur. Tað er sera vakurt eitt stilt vetrarkvøld, men ikki minni vakurt og stórsligið tá brimið stendur inn í gjónna.

Kelda:sunda.fo mynd 24.fo