Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Álvarslig ferðsluvanlukka

Í dag klokkan 13.52 sambart KVF hendi ein álvarslig ferðsluvanlukka tá ein bilur koyrdi út á vegin við Brunna við Streymin. Fólk á staðnum siga at bilurin kom frá Norðskála. Á veg út á Brúnna bleiv persónbilurin árendir av einum trailara.

Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, segði Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, í beinleiðis samrøðu við útvarpið klokkan trý. Í dag skrivar KVF.

Nú klokkan gott 16 er koyrandi aftur um brúnna við Streymin. Brúgvin var stongd eftir ferðsluóhappi og sum tit síggja á okkara myndum so vóru bilrøðirnar lángar við brúnna.

Myndir 24.fo