Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eldur í bakaríið Saltangará

Í  kvøld umleið klokkan 22.30 kom  eldur í bakaríið hjá MIÐBERG í Saltangará. Sløkkiliðið í Runavík og Sløkkiliðið á Skálafjørðinum er á staðnum og royna at sløkkja eldin

Nú klokkan 23.15 hava sløkkiliðsmenn sett hol á tekjuna og royna at sløkkja eldin tann vegin eisini. Talan er nokk um stóran skaða við nógvum roykið og vatnskaða. Løgreglan er eisini á staðnum. Heimildar maður okkara á staðnum veit ikki um fólkaskaða. Tað sær út til at sløkkiliðini hava tamarhald á støðuni og nú klokkan 23.45. er eldurin sløktur.