24.FO
Home Fólk & Samfelag Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør

Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør

kelda Politi.fo

Politiið hevur tann 1 juli boðað frá, at Steen Nørskov er útnevndur til sjefpolitiinspektør hjá Føroya Politi frá 1. juli 2020 at rokna. Setanin er áramálssett til 3 ár.
Steen Nørskov hevur virkað í starvinum síðani í 2018.

Nýútnevndi sjefpolitiinspektørurin úttalar seg soleiðis um útnevningina:

”Tað er við gleði og ávísum stoltleika, at eg kann siga, at eg nú eri útnevndur til sjefpolitiinspektør í Føroyum.

Tey síðstu 2½ árini, hava víst mær, at politiembætið er samansett av ógvuliga dugnaligum starvsfólkum, og fari eg framvegis at verða ein partur av felagsskapinum, sum dagliga strembar eftir at skapa eitt professionelt politi, sum tænir tí føroyska samfelagnum.

Ávirkanin frá londunum uttan um okkum, er eisini galdandi fyri Føroyar. Landið er tí ikki bara nakrar lítlar, avbyrgdar oyggjar í Norðuratlantshavinum.

Politiið her er ein partur av tí danska politinum, sum undir føroyskum viðurskiftum alla tíðina skal betra seg í mun til krøv og tí, sum verður væntað av okkum. Eg fari at gera mítt besta fyri, at samspælið okkara millum og samspælið við Ríkispolitiið framhaldandi blívur gott og mennandi og soleiðis, at tað føroyska samfelagið sær okkum sum eitt tíðarhóskandi politi”.

Michael Boolsen, fúti, gevur Steen Nørskov hesi orðini við á leiðini:

”Eg gleðist sera nógv um, at hava fingið Steen við á liðið og undir meiri føstum rammum. Tað geri eg av fleiri ymiskum orsøkum. Fyrst og fremst er Steen sera dámligur og avhildin av starvsfólkunum, sum hava fingið ein trúverdan leiðara í Steen, og er hann ein góður og álítandi partamaður í leiðslutoyminum hjá Føroya Politi”.

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer