Home Fólk & Samfelag Ólavsøkan verður so vanlig sum gjørligt

Ólavsøkan verður so vanlig sum gjørligt

by OML

Tjóðarhátíð okkara verður í ár hildin so vanligt, sum til ber. Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum.

Tórshavnar kommuna hevur fult álit á, at havnarfólk og gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar sær sjálvum.

Ólavsøkan verður, sum vit kenna hana við hesum broytingum:

• Miðnáttarsangurin verður í grannaløgum og verður sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya
• Einki tivoli verður á Skálatrøð

Matstovur, kaffistovur og onnur vinna hevur opið sum vant, tó verður meira útiborðreiðing enn vanligt.Ólavsøkukappróðurin verður, fótbóltur verður, ólavsøkuframsýningin verður umframt onnur tiltøk, sum gera ólavsøkuna til tjóðhátíð føroyinga. Nærri skrá kemur í næstum.

Kommunan bjóðar haraftrat grannaløgum og eigarafeløgum at skipa fyri, hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum í kommununi. Til ber at søkja kommununa um stuðul til hetta. Boð verða í næstum givin um, hvussu søkt verður um pengar til at halda ólavsøku í grannaløgum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.