24.FO
Home Fólk & Samfelag STARVSFÓLK Á ELDRAØKINUM KANNAÐ FYRI COVID-19

STARVSFÓLK Á ELDRAØKINUM KANNAÐ FYRI COVID-19

kelda klaksvik.fo

28 mai vórðu nøkur av starvsfólkunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu kannað fyri COVID-19. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Pál Weihe, yvirlækna, og eru serliga ætlaðar teimum starvsfólkum, sum búgva saman við avvarðandi, ið eru í heimasóttarhaldi, t.d. makar ella onnur, ið starvast uttanlands ella eru uttanlands í lestrarørindum.

Fyri at verja eldru borgararnar og fyri at bøta um korini hjá starvsfólkunum hevur stýrisformaðurin fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, Jógvan Skorheim, eftir tilmæli frá leiðsluni í NBH og Pál Weihe, tikið avgerð um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19.

– Eldri borgarar, sum NBH varðar av, eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir við COVID-19. Hetta eru starvsfólkini vitandi og óttafull um, og hava tí víst sera stórt umhugsni og stóra ábyrgd, har tey hava avmarkað síni sosialu sambond enn meira, enn mælt verður til.

– Vit fegnast um góðu gongdina í Føroyum, nú eingin tilburður av COVID-19 er staðfestur seinasta góða mánaðin. Tó er framvegis vandi fyri, at smittan kemur aftur til Føroyar úr útlondum. Hetta er orsøkin til, at avgerð er tikin um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19, sigur Jógvan Skorheim.

Tilboðið skal síggjast sum eitt ískoyti til kanningarmøguleikarnar umvegis kommunulæknaskipanina, har fólk við sjúkueyðkennum kunnu venda sær.

Eisini er tilboðið til borgarar, sum fáa tænastur frá NBH, og sum ikki hava sjúkueyðkenni, men hava samband við avvarðandi, ið skulu í heimauppihald. Hesir borgarar kunnu venda sær til avvarðandi deildarleiðarar.

- Advertisment -

Most Popular

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Læra av Bakkafrost

Hugaligt hevur verið at eygleitt byggingina av størstu smoltstøð av sínum slag í heiminum. At síggja til hevur arbeiðið verið tilrættalagt fyrimyndarliga við planlegging,...

Seneste kommentarer