24.FO
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Hvagar eru vit á veg?

Hvagar eru vit á veg?

Orðafellið ‘eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir’ sprettir óivað av lívsroyndum í einum samfelag, sum í øldir hevur verið í beinleiðis takholti við náttúruna – í bjørgum, á fjøllum, á sjógvi og á lending.

Tíbetur er óvissan av hesum slag minni og minni í tøkniliga framkomna samfelagnum. Men harfyri er ikki øll óvissa burtur. Tað margháttliga er, at hjá teimum, sum fáast við fiskiveiðu, er tað sein- astu árini vorðið nógv lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn tað er at spáa um, hvat myndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður.
Í 1992 fóru Føroyar á húsagang. Breið semja var tá um, at eitt beinleiðis samband var millum føroyska húsagangin og so tað, at ávísir føroyskir botnfiskastovnar høvdu verið illa fyri í longri tíð.

Í sambandi við endurreisnina av føroyska samfelagnum varð farið til Danmarkar eftir peningi. Ein av treytunum, sum danir settu var, at trygd varð veitt fyri eini skipan, har lívfrøðiliga tilfeingið í havinum um Føroyar framyvir fór at verða umsitið lívfrøðiliga burðardygt. Úrslitið av hesum var lógin um vinnuligan fiskiskap frá 10. mars 1994.
Í forarbeiðnum til lógina um vinnuligan fiskiskap stendur m.a.: “At býta út konsessiónsrættindi og veiðiloyvir í hesi skipan … verður ikki gjørt fyri tey, sum fáa konsessiónir og veiðiloyvir, men við tí endamáli at verja fiskastovnarnar …”. Við hesum atliti er fiskidagatalið undir Føroyum eisini mink- að, so tað nú bert er umleið helvtin av tí, sum tað var í 1996.

Ein meginregla í lógini var, at allir bólkar, sum høvdu somu fiskasløg sum høvuðsveiðu, vórðu skornir eins nógv, soleiðis at lutfallið bólkanna millum varð varðveitt. Hetta viðførdi, at kapping og tillaging fór fram innan hvønn bólk sær. Øll hesi viðurskifti vórðu beinleiðis regulerað í lóg.

Í 2010-2011 vóru tvey fyribrigdi staðfest í føroyskum sjógvi. Annað fyribrigdið var, at Havstovan í sínum 2009-tilmæli í roynd og veru staðfesti, at toska- og hýsustovnarnir á landgrunninum vóru kollapsaðir. Tilmælið frá Havstovuni var, “at best hevði verið við einum fullkommum veiðibanni eftir hesum fiskasløgum.”
Hitt fyribrigdið var, at samsvar ikki var millum ferðingarlagið hjá makreli í føroyskum sjógvi og føroyska partin av makrelkvotuni (27.991 tons í 2009). Føroyar kravdu tí at fáa ein størri part av hesum tilfeingi (úr uml. 5 prosent upp í 15 prosent) – 85.000 tons í 2010 og 150.000 tons í 2011.
Fyrisitingin av nýggja makreltilfeinginum hevur kollvelt alla føroyska fiskivinnu. Tilvildarlig útlutan og tilvildarligar treytir fyri gagnnýtlsu av nýggja makreltilfeinginum (og seinni eisini øðrum uppi- sjóvartilfeingi) hava havt við sær, at allar fyritreytirnar fyri kapping og tillaging blivu avlagaðar.
Soleiðis sum nýggja tilfeingið hevur verið fyrisitið, so er tað myndugleikin, sum seinastu árini hevur valt vinnarar og taparar í føroyskari fiskivinnu. Hetta er gjørt við at myndugleikin hevur sprænt makrelfígging í misjøvnum nøgdum og við ymiskum treytum til bólkarnar í flotanum. Teir bólkar, sum hava fingið størstu innspræningarnar, eru vinnararnir og hava heilt ella partvís yvirtikið ein stóran part av heimaflotanum.
Partar av heimaflotanun høvði árini 2007–2017 gingið eina oyðimarkargongd, tí myndugleikin hesi árini hevði noytt hann at velja ímillum at liggja við kai ella fiska av stovnum, sum sambært Hav- stovuni vóru fullkomuliga niðurundirkomnir.
Við hesum ber til at siga, at endamálið um, at veiði- og fiskirættindi ikki vórðu býtt út við atliti at teimum, sum fingu, men við “tí endamáli at verja fiskastovnarnar …” varð gjørt til skammar.
Tað tykist sum løgtingið í seinastuni eisini hevur tikið táttin upp eftir fyrisitingini og er farið at áseta fiskirættindi ymiskt fyri ymiskar bólkar. Seinasta dømið um hetta, er at løgtingið burtur úr ongum samtykti, at ein bólkur – sum tann einasti í 2020 – skuldi fáa 24% fleiri fiskidagar, enn hann hevði árið frammanundan.
Í skrivandi løtu liggja broytingar um endaligar avhendingar av fiskirættindum í løgtinginum. Verða hesar broytingar samtyktar, so lata tær upp fyri uppaftur størri avlagan av bólkarættundum.
Hvussu kann tað vera komið hartil, at tað er lættari at spáa um veður og vind og fiskaprísir, enn tað er at spáa um, hvat myndugleikin kann finna uppá, tá um fiskivinnu ræður?
Hvagar eru vit á veg?
Óli Jacobsen

- Advertisment -

Most Popular

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Læra av Bakkafrost

Hugaligt hevur verið at eygleitt byggingina av størstu smoltstøð av sínum slag í heiminum. At síggja til hevur arbeiðið verið tilrættalagt fyrimyndarliga við planlegging,...

Seneste kommentarer