Home Fólk & SamfelagPolitikkur Viðvíkjandi uppsøgnum í Atlantic Airways

Viðvíkjandi uppsøgnum í Atlantic Airways

by OML

Skriv sent til Føroya Løgting og Løgmann og landsstýrisfólk frá Sambandsfelagnum í Vágum.

Vága Sambandsfelag er sera hugstoytt nú hópuppsagnir verða framdar á Tjóðarflogfelagi okkara Atlantic Airways, eftir bert 3 mánaða coronafarsótt.

Vága Sambandsfelag mælir til, at politiski myndugleikin ikki bert hyggur eftir, at okkara Tjóðarfelag bløðir út, men tryggjar, at felagið kann halda fram við virksemi sínum í óbroyttum líki eftir Coronakreppuna.

Eisini er neyðugt at førleikar og  vitan í felagnum framhaldandi verður varðveitt.

Vit heita inniliga á politiska myndugleikan at taka ítøkilig stig til at tryggja, at AA kann halda fram við sínum virksemi, eisini eftir at coronafarsóttin er liðug.

Vit halda, at tað kann ikki góðtakast, at tað í bygt er upp innan flogvinnuna eftir 30 árum, skal brótast niður eftir fáum vikum.

Um felagið verður tryggjað nú, verður tað tilreiðarat fara ígongd, tá ferðavinnan tekur seg uppaftur.

Vit meta, at tað er sera kappingaravlagandi, at AA uttan nakran almennan stuðul skal kappast ímóti útlendskum feløgum, ið hava fingið milliardir í almennum stuðli.

Vit heita á politiska myndugleikan at leggja eina ítøkiliga ætlan um, hvussu landið skal lata uppaftur, so ferðavinnan betur kann leggja framtíðarætlanir.

Vegna Vága Sambandsfelag

Marjus Dam

Savnsmynd 24.fo

Til

Bárður Nielsen, løgmann

Jørgen Niclasen, Fíggjarmálaráðharra

Helgi Abrahamsen, Vinnumálaráðharri

Føroya Løgting

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.