Home Fólk & Samfelag Vetrarhaldið hjá Landsverki aftur í sving

Vetrarhaldið hjá Landsverki aftur í sving

by OML
MYNDARØÐ: Hóast komið væl komið út í mai, vóru aftur boð eftir vetrarliðnum hjá Landsverki, sum mátti út um vikukiftið við vetrarakførunum at fyribyrgja hálku og rudda vegir, serliga í hæddini. Tað er als ikki óvanligt, men kemur lutfalsliga oftani fyri, at kavi ella hálka legst heilt út í mai-mánaða. Eitt nú vóru men og maskinur í 2013 so seint úti sum 23. mai, tá rættiliga nógvur kavi kom niður.

 

Í 2002 var seinasti hálkudagur 12. mai, í 2012 18. mai, í 2015 8. mai og í fjør 11. mai. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir fyrstu og seinastu hálkudagar frá ár 2000 og frameftir, eins og nakrar samansettar myndir frá kavadegnum 23. mai 2013.

Restina av myndunum, sum eru úr Eysturoyni, eru tiknar í gjár av Jákup Paula Jacobsen og Árna Jacobsen frá Landsverki.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.