Home Fólk & Samfelag Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað av Covid-19

Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað av Covid-19

by OML

Landslæknin boðaði í gjár tveimum starvsfólkum í Mylnuhúsinum frá, at tey vóru testað positiv við Covid-19 smittuni. Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku.

Eftir tilmæli frá serkunnleika landsins, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin, og tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin.

Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat.

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.

– Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað sera stóran týdning at vit taka ásetingarnar um sóttarhald í størsta álvara og virða tær ásetingar og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.