24.FO
Home Fólk & Samfelag Football is Medicine 2020 í Tórshavn: Ein sera væleydnað ráðstevna.

Football is Medicine 2020 í Tórshavn: Ein sera væleydnað ráðstevna.

Triðja altjóða vísindaliga ráðstevnan, Football is Medcine (FIM) varð hildin í Tórshavn 21. – 26. januar. Tilsamans 200 fólk umboðandi fimm heimspartar tóku lut í fýra symposiadøgum við skeiðum í vísindaligum ítróttarkonseptum fyri bæði børn, vaksin og sjúklingabólkar, bókaframløgu og tveimum døgum við 50 vísindaligum framløgum, panelkjaki og orðaskifti.

Ráðstevnan varð sett av landsstýrismanninum í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, og við talum frá Gunnvør Balle, varaborgarstjóra í Tórshavn, Chik Collina, rektara á Fróðskaparsetrinum, Christian Andreassen, forseta í Fótbóltssambandinum og Magna Mohr, professara og formanni í Fólkaheilsuráðnum og vísindaligu nevndini fyri FIM2020.

Ráðstevnan viðgjørdi nýggju rørslutilmælini frá WHO, møguleikarnar í at viðgera lívsstílssjúkur við kropsligari venjing, breiðspektraðu heilsueffektini av fótbólti og øðrum liðítróttum, umframt hvussu kropslig venjing ávirkar heilan og onnur sløg av vevnaði, hvussu vøddar samskifta (signalera) til onnur kropsgøgn, um motivatiónssálarfrøði og venjing, fótbólt sum samfelagshugtak, hvussu venjing eigur at vera samskipað, og hvussu ítróttarfelagsskapir arbeiða við FIM-konseptinum í verki. “Vit eru sera glað um, hvussu væl ráðstevan gekk og eisini eyðmjúk um alla ta hjálp, jaligan hugburð og stuðul, vit hava fingið frá ymiskum pørtum av føroyska samfelagnum”, sigur Magni Mohr. “Hetta var úrslit av nærum 20 ára gransking í einum nýggjum granskingarøki, og FIM-konseptið er nú vorðið eitt globalt samtak, sum WHO nú ynskir at gerast partur av”, sigur Magni Mohr.   

Altjóða Football is Medicine platformurin varð settur í verk í 2018 við fyrstu ráðstevnuni í Lissabon í Portugal; í 2019 var ráðstevnan hildin í Odense og í ár í Tórshavn. Undir endatiltakinum á ráðstevnuni varð eisini kunngjørt, at FIM2021 verður í Liverpool við University of Liverpool, Liverpool John Moors University og Healthy Stadia sum vertir.

 

90 fólk tóku lut á skeiðum

Heili 90 fólk hava luttikið á skeiðunum, sum vóru fyriskipað í sambandi við ráðstevnuna. Skeiðini vóru Fit First 10, 11 for Health og Football Fitness.

 

Skeiðini, sum øll eru granskingargrundað, eru skeið fyri námsfrøðingar, lærarar og annars øll, sum eru venjarar í ítrótti. Skeiðini eru ymisk alt eftir, hvørjir aldursbólkar skeiðsluttakararnir venja ella ynskja at venja í sambandi við rørslu. Fit First 10 er eitt skeið fyri luttakarar, sum ynskja vegleiðing í at venja børn upp til 10 ára aldur. Talan er um intensa venjing í 10 ymiskum ítróttagreinum, 11 for Health er skeið fyri venjarar hjá børnum eldri enn 12 ár, sum fremur heilsuundirvísing ígjøgnum spæl. Football Fitness er skeið í heilsufótbólti fyri venjarar hjá ótrenaðum vaksnum, eldri og ymiskum sjúklingabólkum. Luttakararnir á skeiðunum fingu allir próvbræv fyri luttøkuna.

 

Eyðkenni við øllum hesum skeiðunum er, at tey eru ment við støði í gransking og endamálið við skeiðunum er, at menna likamligu heilsuna, trivnað og innlæring.

 

Tað er at gleðast um, at undirtøkan var so stór. Vit røra okkum ov lítið, og bert fimta hvørt barn og annarhvør vaksin nær minstukrøvini fyri kropsliga rørslu, og tað hevur sera neiliga ávirkan á okkara heilsustøðu. Við hesum skeiðunum fáa vit venjarar og námsfrøðingar og lærarar, sum við hesum skeiðunum fáa amboð at arbeiða við, sum kunnu stuðla uppundir øktari likamligari rørslu, so rørsla kann gerast ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta kann leggja lunnar undir eina hugburðsbroyting, sum kann minka um gjónna millum tey, sum eru væl fyri, og tey, sum eru ringast fyri.

 

“Undantiltøkini áðrenn ráðstevnuna gingu uppá stás, og vit hava fingið eitt stórt tal av føroyingum ígjøgnum skeiðini. Hetta eru fyrst og fremst fólk, sum arbeiða við ungum og børnum, so tey nú eru klár at skipa Fit First 10 og 11 for Health undirvísing og tað gleðast vit um”  sigur May-Britt Skoradal, forkvinna í samskipannarnevndini fyri FIM2020.

 

 “Hetta er eitt stórt tiltak við seks pakkaðum døgum, og hetta hevur bara borið til, tí at vit hava samskipað tiltakið saman við Fólkaheilsuráðnum, Tórshavnar Kommunu og Fótbóltssambandinum og fingið stuðul frá øðrum stovnum og fyritøkum”, sigur May-Britt Skoradal.

 

Football is Medicin 2020, sum vit hava fingið høvi at vera vertir fyri, er fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya, Fótbóltssambandi Føroya, Tórshavnar Kommunu og Fólkheilsuráðnum.

 

Fyriskipararnir vilja eisini takka Syddansk Universitet, British Journal of Sports Medicine, DBU, DIF, ÍSF, Portugisiska fótbóltssambandinum, Heilsumálaráðnum, Mentamálaráðnum, Faroe Marine Products (Høvðavirkið í Leirvík), Atlantic Airways, Visit Faroe Islands, Skúlanum á Argjahamri og B36 fyri stuðul, dygdararbeiði og hjálpsemi.

 

Vegna FIM2020

 

May-Britt Skordal og Magni Mohr.

 

- Advertisment -

Most Popular

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Seneste kommentarer