24.FO
Home Fólk & Samfelag Landsbygnaðurin sterkari og meira samanhangandi

Landsbygnaðurin sterkari og meira samanhangandi

Løgmansskrivstovan

Komandi fýra árini fer bygnaðurin hjá landinum bæði at verða sterkari og at hanga betri saman.

Tað er greitt, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, endaliga hevur býtt málsøkini millum landsstýrisfólkini.

“Mítt aðalmál er at gera bygnaðin bæði ruddiligari og sterkari. Eg haldi, at vit øðrumegin ofta hava havt ov fáment stjórnarráð og hinumegin ov nógv málsøki, ið hava verið spjadd sundur í ymisk stjórnarráð. Hetta hevur hvørki verið skilagott ella smidligt, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmaður hevur gjørt fleiri grundleggjandi broytingar. Í nógv ár hava bústaðarmál og bústaðafelagið Bústaðir verið í hvør sínum stjórnarráði. Framyvir skal Almannamálaráðið bæði umsita bústaðarmál og Bústaðir. Spurningurin um gongd í haga hevur leingið elvt til stórt orðaskifti, og fyri at gera tað lættari at lofta avbjóðingunum skal Vinnu- og umhvørvismálaráðið umsita bæði ferðavinnu og landbúnaðin, ið áður hevur verið í Fiskimálaráðnum.

Ein onnur grundleggjandi broyting er, at Fíggjarmálaráðið framyvir skal standa fyri ognarlutinum hjá landinum í teimum flestu almennu partafeløgunum. . Hetta verður gjørt fyri býta eftirlit og ognarlut sundur. Tað verður ikki mett at vera skilagott, at eitt og sama ráð stendur fyri ognarlutinum og samstundis hevur eftirlit við almennu partafeløgunum.

Fyri at fáa málsøkini at hanga betri saman verða bankamál flutt úr Fíggjarmálaráðnum til Vinnu- og umhvørvismálaráðið, sum umsitur tryggingarøkið. Sostatt fara banka- og tryggingarøkið at verða umsitin í sama stjórnarráði.

“Hesar broytingar eru allar eitt stig rætta vegin. Tað er neyðugt, at vit áhaldandi miðja eftir at gera bygnaðinum hjá landinum so skynsaman og úrslitagóðan sum gjørligt, vísir Bárður á Steig Nielsen á.

Málsøkjabýtið hjá nýggja landsstýrinum kann lesast her

UM MÁLSØKJABÝTIÐ

Tað er løgmaður, sum býtir ymisku málsøkini millum tey ymisku landsstýrisfólkini. Hesa heimild hevur løgmaður í stýrisskipan Føroya frá 1994.

Tá ið málsøkjabýtið er gjørt, verður tað kunngjørt í kunngerðarblaðnum

- Advertisment -

Most Popular

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Seneste kommentarer