24.FO
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er í menning

Ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er í menning

kelda: hav.fo 13. Sep. 2019

Magnus Heinason hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina um heystið á Føroyabanka. Tilsamans 29 hál á ein tíma verða trolað á øllum dýpum. Reiðskapur og framferðarháttur eru óbroytt, síðan yvirlitstrolingin varð sett í verk í 1996.

Toskurin á Føroyabanka hevur verið sera illa fyri síðan 2003, millum annað tí at nógv var fiskað. Síðan 2009 hevur Føroyabanki verið friðaður, men lítið hevur verið at sæð til nakran bata hjá toskinum, hóast hýsan kom fyri seg aftur í 2017. Men nú eru ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er í menning. Toskaveiðan um tíman øktist frá umleið 20 kg í 2004-2018 til 80 kg í 2019. Hetta kemst av einum hampuligum árgangi frá 2015, sum var fyrsta árið í langa tíð, at nakað var til av toskayngli á Føroyabanka. Nøgdin av toski skal tó fara upp til umleið tað dupulta, áðrenn hann er komin upp á tað stigið, sum fyrr var vanligt. Tað var framvegis sera nógv til av hýsu.

 

Les frágreiðingina her.

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer