Home Fólk & Samfelag FERÐAVINNAN SUM SNÚNINGSÁS FYRI ØKISMENNING

FERÐAVINNAN SUM SNÚNINGSÁS FYRI ØKISMENNING

by OML

Seinnu árini hevur tað við snildari og víðfevndari marknaðarføring eydnast at seta Føroyar á heimskortið sum ferðamál. Tíverri hevur undirstøðukervið og lóggáva ikki fylgt við, hóast fleiri álit eru skrivað og avvarðandi borgarar og fyritøkur hava ávara um gongdina. Tað er í tøkum tíma, um vit ikki skulu koma í neyð av hesum.

SJÁLVSTÝRI VIL GERA FERÐAVINNUNA

TIL EINA SÓLSKYNSSØGU FYRI OKKUM ØLL

Neyðugt er, at vit sum tjóð alt fyri eitt neyðug tøk, soleiðis at ferðavinnan blívur ein sólskynssøga fyri okkum øll. Sjálvstýri metir, at fyri at ferðavinnan skal gerast ein sólskynssøga, er neyðugt at seta fylgjandi átøk í verk.

TILRÆTTISLEGGING RAÐFESTAST HÆGRI ENN MARKNAÐARFØRING

Orka skal tí heldur brúkast til tilrættislegging enn meira marknaðarføring. Ein greið 10 ára ætlan eigur at vera gjørd saman við vinnuni og borgarum í økjum, sum ferðavinnan rakar mest. Samstunids eiga átøk at vera gjørd, sum spjaða ferðavinnuna á ein skynsaman hátt til partar av landinum, sum eru før fyri at taka ímóti. Lógarverkið má eisini dagførast, so fyritøkurnar í ávíkavist ferðavinnuni og landbúnaðinum hava nógv greiðari karmar at virka undir.

NÁTTÚRUVERNDARGJALD ÁSETAST FYRI AT STYRKJA SMÁPLÁSSINI

Inntøkur frá einum náttúruverndargjaldi skulu fíggja átøk, hvørs hugskot kunnu koma frá lokalu økjunum, eins væl og fyritøkum/stovnum, ið ynskja at gera okkurt fyri landið alt. Við einum náttúruverndarg jaldi á kr 100 fyri hvørt ferðafólk fæst ein upphædd á umleið 8 milliónir krónur árliga til endamálið. Játtan til menningarverkætlanir skal kunna røkka yvir fleiri ár. Hetta gevur fígg jarligt rásarúm til at uppraðfesta smáplássini og útoygg jarnar, so bygdafólki fær betraðar karmar til egnan gerandisdag. Sjálvstýri vil gera blómandi ferðavinnuna til eina sólskynssøgu fyri okkum øll.

BORGARAKORT GEVUR SERLIG RÆTTINDI TIL FØROYINGIN

Sjálvstýri vil geva øllum borgarum borgarakort, ið gevur føroyingum serlig rættindini. Tað skal til dømis vera ókeypis fyri føroyingar at ganga í haga og fjøru, meðan tað fyri útlendsk ferðafólk skal vera ein kostnaður. Við borgarakortinum kunnu vit gera átøk, ið gagna føroyinginum og stýra ferðavinnuni.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.