Home Fólk & Samfelag Núverandi samgonga eykaskattar føroyingar ólógliga 2 partur

Núverandi samgonga eykaskattar føroyingar ólógliga 2 partur

by OML

Pacta sunt servanta (latin: Aftaler skal holdes) er det grundlæggende juridiske princip inden for aftaleret, civilret og international ret om, at aftaler skal holdes.

Søga:

Sambært Klæminti Weihe, fyrrv. nevndarformanni í P/f Vágatunnil, vóru fundir við Landstýrið, har avtala varð gjørd um, hvat skuldi gjaldast .

Hesar siga greitt, hvat útveganarvirðið  og avhendingarvirði var.

Í frágreiðing til roknskapin hjá Vágatunlinum í 2003  (síðu 6) stendur:

”Vegir, brúgvar, undirsjóvartunnil, tekniskur útbúnaður, tøkni, rakstrartól og innbúgv eru tikin við til útvegnarvirði frádrigið avskrivingar.”

Víðari stendur at:”(Scrap-) avhendingarvirði sambært § 1,4 í ”Anleggslógini” er sett til 160.300.000 kr.”

Júst sama orðing stendur í roknskapunum mong ár fram hjá báðum tunlunum. Partapeningurin er IKKI roknaður upp í útveganarvirðið.

Viðmerkingarnar í roknskapunum vísa greitt, at avtala varð gjørd við Føroya Landstýrið hvat skuldi gjaldast aftur.  Tá borgarin hevði goldið lánið  niður til avhendingarkostnaðin 160,3 milliónir fyri Vágatunnilin og 235 milliónir krónur fyri Norðoyatunnilin,  skuldu tunlarnir avhendast til landið. (avhendingarvirðið) .

Sambært avtalulógini er ein avtala bindandi bæði í avtalurætti, civilrætti og í internationalum rætti.

At bróta eina avtalu, er at bróta lógina.

Sostatt fremur núverandi samgonga lógarbrot.

Ella standa løgmaður og hansara samgonga omanfyri avtalurætt, civilrætt og internationalan rætt?

Um so er, nærkast vit skipanum hjá londum, ið tey flestu um okkara leiðir halda lítið um.

Eisini bróta vit aldargamla føroyska siðvenju at: eitt orð er eitt orð…

Í løgtinglóg nr 14 frá 2002 stendur eisini  púra greitt hvør ætlanin var. Har stendur í viðmerkingunum: citat: “Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. “

Víðari stendur: at

“Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa  løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur”.

Nevnast kann, at nevnda lóg varð samtykt av einum samdum Løgtingi.

Eftir hesum skuldi verið møguligt hjá føroyingum at koyrt uttan gjald í bæði Norðoyatunli og Vágatunli í hesum áleið lokna valskeiði.

Tað sæst greitt, at Landstýrið ikki hevur fylgt løgdu ætlanunum, men hevur brúkt tunnilsfeløgini til at innkrevja eykaskatt, ið stendur á bók í báðum feløgunum. Meginparturin av hesum eykaskatti verður gøldin av fólkum og vinnu, ið búgva í økjunum.

Skal ov nógv innkravdi peningurin ikki rindast aftur til borgara og vinnu, kann ein spyrja? Tað var ikki ætlanin, at peningur skuldi krevjast frá føroyingum eftir at lánini vórðu niðurgoldin.

Tá um tunnilsmálið umræður, situr núverandi samgonga, eftir míni meting, í skarni upp til nasarnar

Tað, ið átti at verið tvær sólskinssøgur, hava teir gjørt til eina gølu.

Kann ein Ríkisrættarsak/tænastumannakanning koma uppá tal í slíkum grovum føri.

Hetta málið má nú gerast til tað sólskinssøgu tað hevur uppiborið við at fylgja upprunaligu ætlanini.

Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.