Home Tíðindir Skuld landskassans minkar við 800 mió. kr. í dag

Skuld landskassans minkar við 800 mió. kr. í dag

by OML

Eitt lán hjá landskassanum á 1,1 mia. kr. fellur til gjaldingar í dag. Undir vanligum umstøðum vildi eitt slíkt lán verið afturgoldið við upptøku av einum samsvarandi láni. Men stóru avlopini hjá landskassanum seinastu árini hava við sær, at landskassin nú er so væl fyri, at heilar 800 mió. kr. kunnu rindast aftur við reiðum peningi, og neyðugt er tí einans at upptaka lán á 300 mió. kr.

Sostatt lækkar skuld landskassans við 800 mió. kr.

Stóru avlopini gera tað møguligt at minka um skuldina

Sambært lógini um Landsbankan skal landsins gjaldføri í minsta lagi samsvara við 15% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári. Lógarásetta minsta gjaldførið er í løtuni góðar 2,8 mia. kr. Men gjaldføri landskassans hevur í miðal higartil í ár ligið um 3,7 mia. kr. Orsøk til stóra munin eru stóru og framhaldandi avlopini á fíggjarlógini seinnu árini. Hóast kravið um minsta gjaldføri er hækkað árliga so hvørt sum BTÚ er hækkað, so er gjaldførið vaksi enn skjótari. Hetta hevur skapað eitt vaksandi fíggjarligt rásarúm, sum nú ger tað møguligt at minka munandi um skuldina, og framvegis liggja væl omanfyri minstamarkið.

Negativa lánsrentu fyri fyrstu ferð nakrantíð

Treytirnar fyri nýggja láninum á 300 mió. kr. mugu sigast at verða sera lagaligar. Sokallaða effektiva rentan, sum vísir, hvat íleggjarar fáa burturúr, er -0,3575%. At effektiva rentan er negativ merkir, at íleggjarar rinda fyri at læna landskassanum pengar. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at landskassin hevur lænt pening til negativa rentu. Lagaligu treytirnar avspegla lágu rentuna á altjóða kapitalmarknaðinum, og at álitið á føroyska búskapin er gott. Eisini lækkar tað munandi um rentuna, at lánitíðin er so stutt – lánið skal afturrindast longu komandi ár.

Landsbanki Føroya og Nordea hava fyrireikað lántøkuna, og lánsbrøvini eru seld í Føroyum.

Almenna skuldin er nógv lækkað

Afturgjaldingin hevur við sær, at bruttoskuldin hjá landinum nú lækkar niður í 3,7 mia. kr. Fyri 4 árum síðani var bruttoskuldin umleið 5,2 mia. kr., so bruttoskuldin er nú minkað við 1,5 mia. kr.

Nettoskuldin, sum er lánsbrævaskuldin frádrigið tað, sum landið eigur í reiðum peningi, er nú komin niður á 0,8 mia. kr. Nettoskuldin var 2,8 mia. kr. fyri 4 árum síðani. Hetta er ein minking av nettoskuld landskassans á 2 mia. kr.

Føroyar millum tey lond, ið hava lægst skuld í Europa

Góða fíggjarliga gongdin hjá landið og kommunum seinastu árini hevur havt við sær, at Føroyar nú teljast millum tey londini, har almenna skuldin er lægst. Samlaða almenna bruttoskuldin hjá landið og kommunum samsvarar nú við 24% av BTÚ. Hetta er væl lægri enn í flestu øðrum londum. Miðaltalið fyri almennari skuld í Evropa er 85% av BTÚ. Hyggja vit at grannalondunum, so liggur Danmark á 34%, Ísland á 38% og Finnland á 59%.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Tað er bæði gott og gleðiligt at vit nú minka skuld okkara við 800 mió. kr. afturat. Tí vit vita øll, at eftir góðar tíðir koma minni góðar tíðir. Vit skulu tí gera tað vit kunnu, fyri at bjálva landskassan fíggjarliga, og at minka skuld, nú tíðirnar eru góðar. Vit kunnu øll fegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll árini í samgongutíðarskeiðnum, tí hetta hevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldina munandi. Úrslitið er, at vit í dag eru millum tey lond, ið hava lægst skuld. Hetta ger okkum fíggjarliga sterk, til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – og hetta ger okkara vælferðarsamfelag tryggari og sjálvbjargnari.”

Leinkjur:

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.