Home Fólk & Samfelag Menningarkvotur til Sandoynna tað einasta rætta

Menningarkvotur til Sandoynna tað einasta rætta

by OML

Í sambandi við menningarkvoturnar, ið skulu brúkast til at menna kring landið, verða nevndar tríggjar treytir, har av minst ein skal verða uppfylt um menningakvota skal latast.

Treytirnar eru:

  1. a) Avmarkað atgongd til sjófeingi
  2. b) stórt arbeiðsloysi, ella
  3. c) støðugt minkandi fólkatal í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun

til onnur øki.

Í verandi løtu er tað bert Sandoyarøkið, ið uppfyllir allar tríggjar treytirnar. Hetta eigur at siga teimum, ið taka avgerðir hesum viðvíkjandi, at tað einasta rætta er at lata Sandoynni stóran part av menningarkvotunum. Vónandi verður avgerð tikin, ið ger, at gongd kann koma á aftur virkið í oynni, so fólk aftur kunnu koma til arbeiðis.

Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.