Home Fólk & Samfelag Sita minni, spæla meira

Sita minni, spæla meira

by OML

Nýggj tilráðing um rørslu, likamligt óvirkni og svøvn frá WHO

Nýggju tilmælini fyri likamligari rørslu, likamligt óvirkni og svøvni hjá børnum undir 5 ár eru komin frá WHO.

Hugt hevur verið eftir ávirkanini hjá smáum børnum, sum fáa ov lítlan svøvn og røra seg ov lítið, ella sita ov leingi still í einum stóli ella barnavogni. Fyrimunirnir við øktari rørslu vórðu eisini kannaðir.

Rørsla og minni tíð har børnini sita still umframt góður svøvnur hjá børnunum hevur góða ávirkan á teirra likamligu heilsu, sálarligu heilsu og vælveru og fyribyrgir fiti í barndóminum og fylgisjúkum seinni í lívinum, sigur Dr. Fiona Bull verkætlanarleiðari fyri eftirliti og fyribyrging av lívsstílssjúkum.

Árliga doyggja 5 milliónir fólk tí tilmælini um likamligan virkna ikki verða fylgd. Í dag eru tað meira enn 23% av teimum vaksnu og 80% av teimum ungu, sum røra seg ov lítið. Um byrja verður við góðum vanum við rørslu og góðum svøvni tíðliga í lívinumm hevur tað jaliga ávirkan ígjøgnum barndómin, ungdómsárini og í vaksna lívinum.

“Tað, sum vit mugu gera, er at fáa børnini at spæla”, sigur dr. Juana Willumsen, “Tað snýr seg um at fara frá at sita still til at fara at spæla kropsliga virkin spøl, samstundis sum vit skulu fáa nokk av svøvni.”

Mynstri fyri samlaða rørslu er lykilin: skifta tíðina, har sitið verður framman fyri ein skíggja við meira kropsliga virkin spøl, samstundis sum smá børn fáa nokk av góðum svøvni. Tíðin har vit sita still skal brúkast uppá samskifti við ein annan persón uttan skíggja, t.d. at lesa, fortelja søgu, syngja og leggja puslispøl. Alt hetta er sera umráðandi fyri menningina hjá børnum.

Týdningarmikla sambandið millum likamliga rørslu, likamligt óvirkni og nóg góðan svøvn og ávirkanin á likamligu og sálarligu heilsuna og vælveruna, hevur Kommisiónin viðurkent sum ein máta at basa fiti hjá børnum. Hetta krevur leiðbeining fyri likamliga rørslu, likamligt óvirkni og nóg góðan svøvn.

Um tilmælini verða fylgd fyrstu 5 árini av lívinum hjá einum barni, fer tað at betra um menningina hjá børnunum motoriskt og kognitivt og geva teimum eina betri heilsu.

 

Tilmælini frá WHO
Aldur Tilmæli
0-1 ár Likamlig rørsla fleiri ferðir um dagin, minst ein hálvan tíma á búkinum, um barnið ikki sjálvt rulla frá rygg til búk.

 

Skal ikki vera fastspent í meira enn ein tíma á gangin. Tíð við skíggja verður ikki viðmælt.

 

Skulu helst sova 14-17 tímar um døgnið teir fyrstu 3 mánaðirnar, frá 3 mánaðum 12-16 tímar um døgnið

 

1-2 ár Minst tríggjar tímar likamlig rørsla hvønn dag, jú meira jú betri.

 

Skulu helst ikki spennast føst meira enn ein tíma á gangin. Tíð framman fyri skíggja verður ikki viðmælt. Eftir tvey ára aldur skal tíð við skíggja helst avmarkast til ein tíma dagliga. Tess minni jú betri.

 

Skulu helst sova 11-14 tímar um døgnið, har tey verð løgd føst tíðspunkt.

3-4 ár Minst tríggjar tímar við likamligari rørslu hvønn dag. Jú meira tess betri. Minst 1 tími skal vera við miðal til hørðum intensiteti.

 

Skulu helt ikki vera fastspent í meira enn ein tíma á gangin ella sita still ov leingi. Tíð við skíggja skal helst avmarkast til ein tíma um dagin.

 

Skulu helt sova 10-13 tímar um døgnið, har tey verða løgd føst tíðspunkt.

 

Í august 2017 varpaði Fólkaheilsuráðið ljós á skíggjanýtslu við slagorðinum “ver on” heldur enn “online” og kom við nøkrum skíggjaráðum, sí ráðini her:

 

http://www.folkaheilsa.fo/news-sita+minni+spaela+meir.htm

.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.