Home Fólk & Samfelag Unga Sjálvstýri hevur fingið nýggja nevnd.

Unga Sjálvstýri hevur fingið nýggja nevnd.

by OML

Ungmannafelagið hjá Sjálvstýri hevði í farnu viku aðalfund á Hotel Runavík. Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd vald, og hevur nevndin síðani skipa seg soleiðis:

  • Heri Danielsen, formaður
  • Olgar Nielsen, varaformaður
  • Petur Sjúrður Lamhauge, nevndarlimur
  • Poul Lamhauge, kassameistari
  • Paulina Kjeld, nevndarlimur
  • Tróndur J. á Høvdanum varalimur

Heri Danielsen, nýggjur formaður, gleðir seg til at fara í hált við nýggju uppgávuna:

– Vit í nýggju nevndini gleða okkum til at koma í gongd við hesa uppgávuna. Vit meta, at tað standa nógvar stórar avbjóðingar fyri framman fyri politisku skipanina, og halda vit, at tað er okkara skylda og uppgáva sum ungdómur at koma við okkara loysnum og meiningum um tær ymsu avbjóðingarnar. Vit ynskja sostatt at vera við til at seta sosialliberalistisku hugsjónina í miðdepilin, og viðvirka til eina bjartari framtíð fyri Føroyar og allar føroyingar.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.