Home VinnutíðindiFiskivinna Havstovan sleppur ikki undan tí, at teir hava ein forklárings trupulleika!

Havstovan sleppur ikki undan tí, at teir hava ein forklárings trupulleika!

by OML

Fiskifrøðingarnir hava havt avgerðarrættin á Føroya banka nú í nógv ár. Har hevur ongin trolari veri síðani 1987 og onki línuskip síðani 2007, tá teir góvust í 2007 var brúkiligt fiskarí har,  hví er ongin toskur nú á Føroya banka 12 ár seinri?

Hevði tað verið nakra aðrastaðni, so hevði tað fingið avleiðingar fyri avvarðandi stovn. Um vit rokna miðalveiðu frá 1965 og til hann stongdi í 2007, so kann mista avreiðingarvirði verða uml. ½ milliard kr. hesi árini Føroya Banki hevur verið stongdur. Eitt er vist, og tað er, at Havtaskan hevur havt góðar dagar á Føroya Banka seinastu 12 árini.

Hvør veit nú betur!

Osmund Justinussen fylgjur væl við El-nino og ávirkanina uppá náttúruna og hitan í sjónum, nógv bleiv tosa um, at okkurt mátti Osmund vita, tá hann keypti 3 trolbátar fyrst í januar 2014

Tá eg hevði hoyrt fiskimenn eina tí tosa um, at meira av føði var í fiskinum og teir roknaði við at toskurin kom aftur,  stovnaði eg bólkin “Tá fiskurin kom aftur” á FB, hettar var í august 2014

Tað er gomul vitan ímillum Føringar, at toskur tekur steinar í magan, tá hann flytur djypri ella grynri og sum eg hoyrdi tá eg var 8 – 10 ára gamal. Hesar frágreiðingarnar prógvar eisini, at tað sum hendi í 90’inum og tað sum hendur nú líkist sera nógv. Í 90’inum tá toskurin kom aftur, vóru ofta nógvir steinar í maganum á toskinum, sama fyribrigdi hevur verið nú.

Eg havi prógv fyri, at tað var minni av toski í 90’inum enn frá 2012-2014, sum eg leggi við. Onkur heldur at tað er løgi, at eg í 2014 skrivið um, at toskur var á grunninum, men tók ikki línu fyrr enn á heysti 2018

Her er eitt dømi um gongdina hjá línubáti í 90’inum: Veiðan hjá Norðsøka við línu frá 6-1-1992 til 1-4-1997, hvør lína hevði uml. 300 húkar.

Frá umleið ár 2000 til  2014 hevur tað veri sjáldsamt, at fingið tosk við steinum í maganum, hesi seinastu 3-4 árini hevur nógv av toski havt steinar í maganum.

Eg havi fingið eina góða frágreiðing frá fiskifrøðingi, tá toskur er á sama dýpi, javnvigar hann við sjógvin. Men tá toskur skiftur dýpi, er tað fyri at uppvigað ímóti sundmaganum, at hann tekur steinar inn, fyri at koma lættari niður. Tá hann skal grynri, tekur hann steinar inn, fyri at mótvirka sundmagan, so at hann ikki flotnar ov harðliga.

Tað var gamalt í Kirkjubø at, tá rekin kom aftur, kemur fiskurin eisini aftur.

Men ongin sum eg havi spurt, minnist til tað, men tey siga at suggan, er nógv broytt, so lítið og onki kemur av reka, og tað sum kemur er mest plastik. Og áhugin fyri reka er burtur.

Í Vágum og Eysturoy kenna tey eisini til, tá rekin kemur aftur, kemur fiskurin eisini aftur.

Øll í Føroyum hava hoyrt ella lisið um hungursneyð og fiskaloysi fyrr.

Teir sum royndu við sildagørnum norð av landgrunninum, har gørnini stóðu uppi í sjónum, fingu ofta tosk í.

Tá snellu bátar fiska, síggja teir ofta nógva skrift uppi í sjónum og fáa onki, men so skjótt skriftin kemur niður á botn, er nógvur toskur at fáa.

Alt hetta prógvar, at allur fiskur, gerð sum alt annað livandi og flytur seg, eftir hvar føðin og liviumstøðurnar eru betri og eisini, at toskurin livur uppi í sjónum.

Fiskifrøðingar tosa ikki um hvussu nógv blívur etið av kópi, hemara, havtasku, toski, og ikki minst um, hvussu nógvan yngul makrelur etur og hvussu nógv rogn í sild eta.

Fiskifrøðingarnir siga onki um hvussu nógv veiðitrýsti er minka og 60% av grunninum er stongdur, og tað eru serliga toskaleiðirnar.

Men fiskifrøðingarnir tosa bert um ovurfisking, sjálvt um teir síggja/vita at teir hava tikið feil ferð eftir ferð.

So blíva teir bert við, at tosa um burðardygga veiðu og veiðitrýsti er ov høgt og vilja ikki flyta seg nakað, tí standa teir spyrjandi í sama stað, sum fyri 40 árum síðani, tá granskingin á Havstovuni um tosk og hýsu steðgaði.

Fleiri fiskimenn siga, tað er meira toskur og hýsa á grunninum nú enn seinri helvt i 90’inum.

Kann Havstovan siga, at veiðitrýsti hevur veri ov høgt, tá bagi toska og hýsu stovnarnir ongantíð hava verði størri enn nú?

Hvussu ber til at Havstovan hevur í fleiri ár sagt, at upsa stovnurin hevur veri væl fyri og toska og hýsu stovnarnir hava veri illa fyri. Og tað er beint ímóti hvat landingarnar fyri 2018 vísa ?

Fiskimenn kunnu frøast um, at fiskifrøðingar hava flutt seg og nú siga, at tað er eitt náttúru fyribrigdi sum er hent.

Hví siga fiskifrøðingar at veiðitrýsti er ov høgt og dagatali má skerjast enn meira, tá toska fiskaríið ikki minkaði, tá millum 25.000 og 40.000 tons av toski blivu fiskaði úr stovninum, árini frá 1950 til 1989?

Tilmæli fyri 2019

KVF hevði eitt innslag við fiskifrøðingi í D&V 28-01-2018 uttan, at hann fekk nakran spurning. Hann greiddi frá um støddina á toskastovninum og at hann vantaði at toskastovnurin vantandi kundi tvífaldast í vekt komandi árið. Hann greiddi víðari frá, hvussu lítið vit skuldu fiska úr stovninum, um hettar skuldi henda.

Eitt annað áhugavert nevndi fiskifrøðingurin eisini, og tað var, at tað sum hendir nú, er sama náttúru fyribrigdi, sum hendi í 90inum – hava teir slept excel arkinum? – men hinvegin kundi gleðin gerast stokkut, um fólk ikki lurta eftir fiskifrøðingum.

Tað bleiv sagt, at nebbasildin er komin aftur, jú tað er rætt, men tað er beinleiðis villleiðing av fólki, tá hann ikki vil greiða hyggjarunum frá, hvar tann 6 – 10 ára gamli toskurin er komin frá, sum er komin inn á grunnarnar í stórum talið, eftir nebbasildini.

Panikkur komin í úttalilsini

 Grundgeving fyri, hví veiðan hjá línuflotanum er blivin so góð, er tí at nebbasildin er minka aftur. Tað hevur entá veri pástaðið, at veiðan hjá línuni kann trý- til fýrfaldast, tá føðin á landgrunninum minkar, og veiðan hjá línuni er trý- og fýrafaldað, men hvussu kann hettar sameinast við pástandinum um, at toska stovnurin vantandi skal blíva dupult so stórur næsta ár?  Mær vitandi kann ein stovnur bert tvífaldast í vekt, um ta er serliga nógv til av føði.

Øll sum fylgja við fiskaríið vita at 6 -10 ára gamli toskurin ikki hevur veri inni á grunninum. so fiskifrøðingurin má fyrst spyrjast, hvar hesin toskurin er komin frá?

Um teir ikki vita tað, hvussu kunnu teir vita hvussu stórur toskastovnurin er?

Nær vistu fiskifrøðingarnir, at toskurin kom?

Fiskifrøðingarnir vistu ikki, at toskurin var komin aftur fyrr enn seint í 2017.

Ja 3½ – 4 ár aftaná Osmund Justinussen, so ætla teir at ráðgeva mynduleikinum og sleppa í KVF at forklára Føroya fólki, at teir vita alt um toskin og vit skulu goyma toskin, sum er komin her eftir føði, nei so skjótt sum føðin minkar á landgrunninum, fer toskurin aðrastaðni, at finna føði, hann hevur stertin til tað sama.

Frá 1909 til 2018 eru 68.227 merktir og 19.214 merkir komin aftur, harav 33 uttanfyri føroyska landgrunnin, og er tað umleið 1/3. Hettar eru fyribilstøl, tær seinastu merkingarnar eru ikki allar komnar enn.

Tey 33 merkini eru komin frá øllum okkara grannalondum, eisini so langt sum frá Grønlandi og Barentshavinum, so toskurin ferðast langt.

Tað er ikki løgi, at nógv eru fingin aftur á Føroya grunninum, eg hevði rokna við meira, har mangla 65% so spurningurin er, um ein partur av teimum er fingin aftur aðrastaðni og ikki send til Havstovuna, tí í flestu førum eru tað Føroysk skip, sum hava fingið merkini, sum eru komin aftur uttanfyri Føroya grunnin.

 

Tilmæli frá Havstovuni í juni 2017,

trol og snellubátar høvdu havt rokfiskarí í longri tíð, var ikki stórt bjartskygni at hóma í tilmælinum frá Havstovuni í juni 2017, ella fyri 1½ árið síðan.

Teir skriva í tilmælinum um tosk og hýsu í tilmælinum fyri 2017:

“Hýsustovnurin (Mynd 5-8) hevur ongantíð verið minni enn hesi seinastu árini og er væl undir átakskrevjandi markinum Btrigger . Ábendingar eru tó um, at 2015-árgangurin er toluligur og at 2016-árgangurin av hýsu er góður (Skjal 1 og 2). Um tann smáa hýsan fær loyvi at seta til stovnin, fer stovnurin væntandi at vaksa komandi árið.”

 “Eisini toskastovnurin er illa fyri (Mynd 9-12) og hevur ligið um minstamarkið Blim síðan 2005. Tilgongdin er batnað nakað, og 2016-árgangurin er heldur frægari enn teir undanfarnu, men er tó mettur at vera undir miðal (Skjal 1 og 2). Framskrivingarnar benda á, at stovnurin fer at halda seg undir átakskrevjandi markinum Btrigger komandi árið.”

Nú koma somu fiskifrøðingarnir, sum siga seg vera serfrøðingar, 3-4 aftaná fiskaríið byrjaði, í miðlanir, og nærum pástanda, at tað eru teir sum vita best og tað eru teir  framhaldandi skulu ráðgeva myndugleikanum, hvussu fiskiskapurin skal stýrast.

At enda, Her hevur makrelur eti sildayngul, men hann etur eisini annan yngul.

Eyðun Hansen

Vestmanna 03-02-2019

 

 

 

 

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.